Amerikanska rúmdarferðafyrisiting, Nasa, hevur valt privatu fyritøkuna SpaceX til at byggja eitt rúmdarfar, sum skal flyta amerikanarar aftur á Mánan.
Eftir ætlan skulu næstu rúmdarfararnir til Mánan longu í 2024. Seinast eitt fólk var á Mánanum var í 1972.
Tað er Tesla-milliardingurin Elon Musk, sum eigur SpaceX. Hann kappaðist við fyritøkuna Blue Origin hjá Amazon-stovnaranum Jeff Bezos, og hernaðarútvegaran Dynetics um at fáa avtaluna til 2,9 mia. dollarar. Tað svarar til 18 mia. í okkara krónum, skrivar Ritzau.
Tað var í 2020, at SpaceX gjørdist fyrsta privata fyritøkan at senda eina manning til Altjóða Rúmdarstøðina (ISS) og fáa hana trygt heim aftur. Tað var í rúmdarhylkinum "Dragon".
SpaceX hevur skotið upp at brúka teirra rúmdarfar "Starship" til komandi ferðina til Mánan. Talan er um eitt far, sum í løtuni verður ment við tí endamáli at senda rúmdarfararar umframt eina last á 100 tons á ferðir til Mánan í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald