Uttanlands

Spania: Færri enn 50 andlát skrásett seinasta samdøgrið

Hetta er fyrstu ferð síðan 16. mars, at talið er so lágt – Talið á nýggjum andlátum er minkað í bæði Spania og Italia, sum eru millum harðast raktu londini í Evropa

Plaza Mayor, Madrid (Mynd: EPA)

Plaza Mayor, Madrid (Mynd: EPA)

2020-05-21 20:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Spania skrásett 48 andlát í sambandi við koronasmittuni. Hetta er fyrstu ferð síðan 16. mars, at talið á nýggjum andlátum er undir 50, upplýsir spanska heilsumálaráðið sambært Ritzau.

Síðan smittan varð staðfest í Spania á fyrsta sinni, hevur hon kravt gott 28.000 mannalív.

Seinasta samdøgrið eru 482 nýggir tilburðir staðfestir. Samlaða talið á tilburðum í landinum liggur beint uppiyvir 233.000. Av teimum eru uml. 150.000 staðfest frísk aftur, sambært Johns Hopkins University.

Í Italia, sum leingi varð roknaður sum evropeiski miðdepilin fyri koronaútbrotið, verður í dag boðað frá, at 156 fólk eru deyð av koronasmittuni seinasta samdøgrið. Ein lítil minking í mun til dagin fyri, tá talið var 161.

Talið á nýggjum smittutilburðum í landinum er eisini minkað í mun til dagin fyri. Seinasta samdøgrið eru 642 nýggir tilburðir staðfestir. Mikudagin var talið 665.

Síðan 21. februar hevur Italia skrásett 32.486 andlát í sambandi við koronasmittuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder