Í mars mánað luttóku uml. 5.000 fólk á serligari royndarkonsert í Barcelona, har endamálið var at kanna smittuspjaðingina í sambandi við konsertum og øðrum tiltøkum.
Øll royndarfólkini vórðu staðfest negativ áðrenn tiltakið, øll høvdu munnbind, og ikki var neyðugt at halda frástøðu.
14 dagar eftir tiltakið kundi staðfestast, at bert seks av konsertgestunum vórðu staðfestir positivir fyri koronu, og granskarar hava staðfest, at fýra teirra vórðu smittaðir aðrastaðni.
– Har er einki, sum bendir á, at talan var um nakra smittuspjaðing undir konsertini, sigur Josep Maria Llibre, serfrøðingur í ígerðarsjúkum, sambært BBC.
Bólkurin, sum framførdi á konsertini, Love of Lesbian, skrivar soleiðis á sosiala miðilin Twitter:
– Vit vóna, eftir hesum frálíka úrsliti, at mann nú fer at lurta eftir mentanarheiminum, sum hevur uppiborið at verið hoyrdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald