Uttanlands

Spaniólar mótmæla ætlanina um at náða katalanskar politikarar

Túsundatals spaniólar mótmældu í dag ætlanina um at náða 12 politikarar, sum í 2019 vórðu dømdur fyri at skipa fyri fólkaatkvøðu um fullveldi í 2017

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-13 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag mótmæltu túsundatals spaniólar á gøtunum í høvuðsstaðnum Madrid. Mótmælisfólkini mótmæltu ætlanina hjá stjórnini um at náða 12 katalanskar politikarar, sum vórðu dømdir fyri fólkaatkvøðuna í oktober 2017.

Ætlanin hjá stjórnini er ein hóttan móti felagsskapinum hjá sponsku tjóðini, halda mótmælisfólkini sambært tíðindastovuni Reuters.

Ein meningakanning hjá miðlinum niusdario.es hevur víst, at 63 prosent av spaniólum eru ímóti, at politkararnir verða náðair, meðan 25 prosent vóru fyri. Seks prosent siga seg onga meining hava.

Í oktober 2019 fingu níggju katalanskir politikarar millum níggju og 13 ára gongsulsrevsing fyri at skipa fyri einari ólógligari fólkaatkvøðu um fullveldi og fyri síðani at lýsa Katalonia sum sjálvstøðuga tjóð. Tríggir aðrir vórðu eisini dømdir fyri ólýdni, men teir fingu ikki fongsulsrevsing.

Dómurin hjá hægstarættinum elvdi tá til nógvan ófrið í katalanska høvuðsstaðnum, Barcelona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder