El-innleggjaravirkið El-net víðkar nú um virksemið sítt við eini bruna & amp; adk trygdardeild, eisini verður virksemið víðkað enn meira við eini CTS-deild.
El-net og Sp/f Einar Mikkelsen hava gjørt avtalu um, at El-net yvirtekur el-innleggjaravirksemið hjá Sp/f Einar Mikkelsen. Partur av avtaluni er, at starvsfólkahópurin hjá Einar Mikkelsen eisini flytur til El-net.
Sp/f Einar Mikkelsen kundi í mai-mánaði hátíðarhalda 70 ára stovningardagin. Eigari – og stjóri seinastu 30 árini – hevur verið Høgni B. Mikkelsen, og eftir 54 ár í fyritøkuni hevur hann nú valt at selja el-partin úr fyritøkuni.
Tó fer Sp/f Einar Mikkelsen framvegis at hava lampuhandilin í Bøgøtu 12 í Havn.
El-net hevur gjørt avtalu við Høgna B. Mikkelsen, soleiðis at hann verður leiðari á nýstovnaðu brunadeildini hjá El-net fyrstu tíðina. Hetta so førleikamenning av starvsfólkahópinum kann haldast í tryggari legu, eins og neyðug skeið og løggildingar verða gjøgnumførdar, meðan Høgni framvegis situr við ábyrgdini fyri hesum starvsøkinum. Viðskiftafólkini kunnu tí kenna seg púrasta trygg í, at tey framvegis fáa somu góðu tænastu, sum Sp/f Einar Mikkelsen altíð hevur verið garantur fyri.
Elo Schøittz & Leon S. Kjærbæk verða yvirmontørar á brunadeildini. Báðir hava teir fleiri ára royndir innan hetta økið.
Tað verður eisini Høgni B. Mikkelsen, sum fer at leiða arbeiðið við bruna-adk innleggingunum á Hilton Garden Hotel, sum Atlantic Airways og Lív lata byggja.
- Endamálið hjá okkum er, at viðskiftafólk, veitarar og samstarvsfelagar annars ikki skulu merkja stórvegis til broytingarnar. Fyrst og fremst verða vit nú fleiri at lyfta uppgávurnar, og tað skuldi viðført eina enn betri og skjótari tænastu til viðskiftafólkini, sigur Høgni B. Mikkelsen.
- Tað er alneyðugt hjá eini fyritøku sum El-net at fylgja við tøkniligu menningini, eins og vit støðugt ynskja at førleikamenna starvsfólkahópin. Hetta tí vit alla tíðina vilja standa í fremstu røð, tá stórar og krevjandi arbeiðsuppgávur verða bodnar út, sigur Bernhard H. Petersen, stjóri á El-net.
Bruna- og CTS-deildin fer at húsast í einum parti av bygninginum hjá El-net á Slættanesgøtu 11 í Havn.
Í løtuni starvast 34 fólk hjá El-net. Starvsfólkahópurin fevnir um El-innleggjarar, maskinmeistarar, elektrikkarar, lærlingar og fólk í umsitingini. Høvuðssætið hjá fyritøkuni er í Havn, men ein deild er eisini í Vestmanna.
El-net hevur í sambandi við yvirtøkuna yvirtikið umboðan fyri Honeywell bruna & CTS-skipanir, Aras Security adk & ITV skipanir og Bravida ARS-skipanir. Eisini hevur El-net limaskap í danska el & VVS felagnum TEKNIQ.
Yvirtøkudagurin er avtalaður at verða tann 2. september 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald