Uttanlands

Spice Girl innløgd orsaka av alkoholmisnýtslu

Sjálvsævisøgan gjørdist ov tung fyri Mel B

2018-08-28 08:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Melanie Brown, ella Mel B, sum fjepparar av Spice Girls minnast hana best, er innløgd til avvenjing eftir at hennara arbeiði við at skriva eina sjálvævisøgu gjørdist ov tungt.

Mel B er til avvenjing fyri bæði alkoholmisnýtslu og bundindskapi av sex, sum úrslit av teimum seinastu 6 mánaðunum, har hon hevur skriva sína ævisøgu “Brutally Honest”.

- Hetta hevur verið ein traumatisk uppliving at fara ígjøgnum eitt kensluligt harðligt forhold og at aftur standa andlit til andlit við teimum stóru trupulleikunum í mínum lívi, segði Mel B við bretskar miðlar sunnudagin.

Sambært Mel B hevur alkoholmisnýtslan verið ein háttur at goyma pínuna. Seinasta árið hevur verið hart, har hon hevur verið í rættarsak við fyrrverandi mann sín Stephan Belafonte, sum hon sigur var harðligur við seg, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder