Innanlands

Spønadagar hjá Tórshavnar kommunu

12. - 16. august ber til at fáa greinar og runnar úr egnum urtagarði malin til spønir ókeypis í kommununi

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-08-09 21:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 12. - 16. august ber til at fáa greinar og runnar úr egnum urtagarði malin til spønir ókeypis.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu sínari.

Slíkt lívrunnið tilfar er sera gott at brúka í urtagarðinum, eitt nú fyri ókrút og dygdina á moldini.

Kommunan mælir til, at fólk hava egnar sekkir við, men til ber eisini at keypa endurnýtslusekkir á staðnum.

Kommunala Brennistøðin tekur á hvørjum ári ímóti stórum nøgdum av góðum urtagarðsburturkasti, sum so verður brent ella tyrvt. Tá ið burturkastið í staðin verður malið til spønir, kemur tilfeingið borgarunum til gagns, sigur kommunan.

Heitt verður á fólk um at taka egnar greinar og runnar við.

Niðanfyri sæst hvar og nær ið til ber at fáa urtagarðsburturkast malið til spønir.

12/8 kl. 09 – 17 Hoyvík: P-plássið við Hoyvíkar kirkju
13/8 kl. 09 – 17 Argir: Føroya sjósavn
14/8 kl. 09 – 17 Havn: P-plássið við Badmintonhøllina
15/8 kl. 09 – 12 Kirkjubøur: Við lendingina
15/8 kl. 13 – 17 Kollafjørður: Sunnanvert skúlan
16/8 kl. 10 – 17 Endurnýtslan á Hjalla (Hendan dagin verður rávøra, sum er komin í bingjuna hjá Endurnýtsluni, eisini malin til spønir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder