Innanlands

Sprongdu 148 metrar í seinastu viku

Nú eru sprongdir 6392 av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum

2018-08-13 13:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðið av gera Eysturoyartunnilin gongur stútt framá. Í seinastu viku vórðu sprongdir 148 metrar, so at nú eru sprongdir 6.392 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum, sum skulu sprongjast.

Á Hvítanesi vórðu sprongdir 83 metrar, so at nú eru sprongdir 3.057 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vórðu sprongdir 22 metrar, so at har nú eru sprongdir 959 metrar. Frá rundkoyringini og ímóti Rókini vórðu sprongdir 43 metrar. Har eru nú sprongdir 751 metrar tilsamans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder