Innanlands

Spurningurin um loysing og samband hava ikki hægstu raðfesting

Í Sambandsflokkinum og Tjóðveldi eru nett líka nógvir veljarar, sum hava loysing og samband sum hjartamál

2019-07-03 11:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spurningurin um ríkisrættarligu støðu Føroya – um loysing ella samband – er sær ikki út til at blíva eitt høvuðsevni á valstríðnum til løgtingsvalið.

Í hvussu so er, hevur hesin ikki størsta áhugan millum veljararnar.

Tað vísti úrslitið yvir hjartamál í veljarakanningini, sum Portalurin kunngjørdi í gjár.

Les um Hjartamálini: Heilsan stendur ovast á breddanum 

Í kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt, vísir tað seg, at tað einans eru 15 prosent av veljarunum, sum hava sett kross fyri ”samband ella loysing” tá spurt var um, hvørji trý evnir eru mest avgerandi fyri, hvussu valt verður til løgtingsvalið.

Størri áhuga millum sambands- og tjóðveldisveljarar
Men tølini gerast eitt lítið sindur meira áhugaverd, um hugt verður nærri eftir teimum, til dømis hvat veljararnir hjá teimum einstøku flokkunum siga.

Spyr.fo hevur hugt eftir teimum sum velja Tjóðveldi og teimum sum velja Sambandsflokkin, serliga fyri at vita, hvat tey halda um spurningin um samband ella loysing.

Og her vísir tað seg, at áhugin er nett líka stórur hjá sambands- og tjóðveldisveljarunum, tó at hesin spurningur ikki fær evstu raðfesting. 35 prosent veljarunum hjá báðum flokkum, ein góður triðingur, halda, at spurningurin um loysing og samband hava størsta týdning, tá tey seta krossin.

Hjá Sambandsflokkurin er galdandi, at her kemur ”samband og loysing” inn á øðrum plássi. Hjá tjóðveldisveljarunum kemur hesin møguleiki á triðja plássi.

Sambandsveljarar halda, at ”skjót og góð heilsuviðgerð” er nógv týdningarmiklari, næstan 70 prosent raðfesta hetta hægst.

Hjá Tjóðveldinum eru tvey mál, sum koma áðrenn samband og loysing, nevniliga umsitingin av fiski- og alivinnuni og heilsuviðgerðin.

Um tú granskar tølini herundir nærri, so sæst, at tað er rættiliga ymist hvussu veljararnir hjá Tjóðveldi og Sambandsflokkinum raðfesta.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder