2018-09-09 21:28
Teir stóru, siðbundnu flokkarnar eru ávegis móti einum vánaligum valúrsliti í kvøld.
Tvær kanningar hjá sjónvarpsrásunum SVT og TV4 vísa afturgongd hjá Sosialdemokratunum og Moderatunum, ið standa á odda fyri hvør sínum politiska blokki í Svøríki.
Kanningar vísa samstundis, at Vinstraflokkurin og Svøríkidemokratarnir fáa munandi framgongd í mun til seinasta val.
Sambært DR-frásøgumanninum Ole Ryborg, er hetta eitt tekin um, hvussu spurningurin um tilflytarar hevur klovið Svøríki í tvey.
"Har eru tey, ið halda, at man átti at hert reglurnar, men samstundis halda nógv í Svøríki enn, at man eigur at taka væl ímóti teimum, ið eru komin til Svøríkis," sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald