Nú tríggjar dagar undan valdegnum tykist spenningurin um valúrslitið leygarkvøldið at vera størri enn nakrantíð.
Spyr.fo gjørdi í gjárkvøldið eina veljarakanning fyri Portalin, og úrslitið av tí kanningini er, at teir fýra stóru flokkarnir eru so mikið javnir, at teir allir fáa hvør síni sjey umboð á løgtingi.
Býtið millum samgongu og andstøðu er nú 16-17 – við yvirvág til núverandi andstøðuflokkarnar.
Framsókn og Miðflokkurin fáa tvey tingfólk í kanningini og Sjálvstýri fær eitt.
Fólkaflokkurin missir
Fólkaflokkurin er framvegis størstur flokkur við 22,7 prosentum av atkvøðunum. Tað er eitt vet minni enn í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi í síðstu viku, men framvegis ein framgongd á 3,8 prosentstig í mun til seinasta val.
Flokkurin, sum nú gongur fram, er Tjóðveldi, sum hevur staðið seg ringast av teimum stóru flokkunum í veljarakanningunum hjá Spyr.fo síðani einaferð tíðliga í vár.
Tjóðveldi er nú – saman við Javnaðarflokkinum – næststørsti flokkur. Báðir teir stóru samgonguflokkarnir standa í nýggjastu kanningini til at fáa 20,8 prosent og sjey tingfólk.
Tjóðveldi gongur sostatt fram við einum tingfólki í mun til kanningina í síðstu viku, og flokkurin tekur tingsessin frá Fólkaflokkinum.
Sambandsflokkurin fær nú 19,8 prosent av atkvøðunum og er fjórstørsti flokkur, men varðveitir framvegis tey sjey tingfólkini, sum flokkurin hevur fingið í so at siga øllum veljarakanningunum, sum Spyr.fo hevur gjørt í ár.
Í mun til seinasta løgtingsval gerst Javnaðarflokkurin sostatt stóri taparin – gongur 4,3 prosentstig aftur, meðan samgongufelagin, Tjóðveldi, gongur 0,1 prosentstig fram.
Sambandsflokkurin stendur við 19,8 prosentum til eina framgongd á 1,1 prosentstig.
Teir smáu ganga aftur
Smáu flokkarnir ganga allir aftur í mun til seinasta løgtingsval, hóast teir hava fingið eitt sindur fleiri atkvøður nú enn teir stóðu til í síðstu viku.
Nýggju flokkarnir tykjast við undir 1 prosenti av atkvøðunum at vera heilt uttan fyri kappingina um at fáa umboðan á tingi.
Sambært Spyr.fo eru tað framvegis 6,6 prosent av veljarunum, sum ikki hava tigið støðu til, hvønn tey fara at velja leygardagin.
2,5 prosent siga, at tey ikki ætla sær á val, men nú er ongin sum sigur seg fara at atkvøða blankt.
Takast skal í hesi kanningini hædd fyri óvissuni, sum liggur millum 0,9 og 3,7 prosentstig. Kanningin byggir á 500 veljarar, sum Spyr.fo spurdi í gjárkvøldið, týskvøldið 27. august.
Gongdin hjá flokkunum sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald