Uttanlands

ST-kærudómstólur staðfest lívlanga fongsulsrevsing hjá Ratko Mladic

Fyrrverandi herovastin, sum varð róptur "Slaktarin í Bosnia" skal sita inni restina av lívinum fyri fólkadráp og onnur brotsverk

Ratko Mladic í rættinum í Haag (Mynd: EPA)

Ratko Mladic í rættinum í Haag (Mynd: EPA)

2021-06-08 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ST-kærudómstólurin í Haag staðfesti í dag ein dóm hjá fyrrverandi bosnisk-serbiska herovastanum Ratko Mladic, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing fyri fólkadráp.

Mladic, sum varð handtikin í 2011, varð fyrst dømdur í 2017 fyri fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini undir borgarakrígnum í Bosnia-Hersegovina í árunum 1992-1995. M.a. varð hann dømdur fyri hópmorðini í Srebrenica, har uml. 8.000. bosniskir dreingir og menn vórðu dripnir í juli 1995.

78 ára gamli Mladic, sum varð róptur "Slaktarin úr Bosnia", m.a. tí hann gav boðini um at fremja drápini í Srebrenica, skal sostatt sita inni restina av lívinum, skrivar Ritzau.

Dómurin varð lisin upp seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder