Uttanlands

ST: Øll koralrivini á heimsarvalistanum eru deyð í ár 2100

Tað er, um vit ikki halda okkum til veðurlagsavtaluna í París, sum varð gjørd í 2015

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-07-08 12:24 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í fjør vísti ein frágreiðing, at 21 út av teimum 29 koralrivunum á heimsarvalistanum bliknaðu, og nú ávarar ST í nýggjari frágreiðing, at øll tey 29 rivini kunnu vera deyð í ár 2100.

Bliknan hendir, tá ið korallini verða útsett fyri ógvusligum stressi frá umhvørvinum - m.a. tá ið havið hitnar gjøgnum longri tíð, og tá ið høvini verða súrgað. Súrgan hendir, tá ið vatnið upptekur CO2 frá luftini, og PH-virðið í vatninum fellur. 

Alt hetta meinar ST fer at henda, um ikki øll lond í heiminum minka um teirra CO2-útlát og yvirhalda tað málið, sum varð sett við veðurlagsavtaluni í París í 2015 - at halda altheims-hitahækkingina undir tveimum hitastigum, helst 1,5 hitastigum.
 
Tað sær tó svart út í løtuni, hóast veðurlagsgranskarar ávara. París-avtalan skinklar, tí USA í 2017 tók seg úr henni, og Avstralia útletur eitt milliard tons meir CO2 enn avtalað.

Kina útletur mest CO2 í heiminum, og hóast forsetin í landinum, Xi Jinping, ferð aftaná ferð hevur lovað, at Kina skal ganga fremst í teirri grønu umleggingini, svingar orkunýtslan ógvusligt í sambandi við búskapin. Tí er ivasamt, um Xi Jinping kann venda gongdini og fáa CO2-kurvina í landinum við 1,4 milliardum íbúgvum at peika niðureftir aftaná ár 2030, sum París-avtalan ásetur, skrivar DR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder