Uttanlands

Starmer kallað inn til evropeiskan fund um Ukraina

Boðin við á fundin eru m.o. umboð úr ES og Nato, og leiðarar úr m.a. Týsklandi, Fraklandi og Italia

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

2025-02-28 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer hevur kallað inn til evropeiskan toppfund sunnudagin.

Fleiri evropeiskir leiðarar og umboð fyri ES og Nato eru boðin við til fundin, sum fer at snúgva seg um Ukraina.

Starmer byrjar sunnudagin við telefonsamrøðu við baltisku londini. Síðani tekur hann ímóti ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj í Downing Street 10.

Leiðarar úr m.a. Fraklandi, Týsklandi og Italia eru bodnir við á fundin. Danska forsætismálaráðið boðar frá, at eisini danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen er boðin við á fundin, og at hon fer at luttaka.

Toppfundurin skal byggja víðari á fundin, sum varð hildin í franska høvuðsstaðnum París 17. februar. Fundurin fer at leggja dent á at styrkja støðuna hjá Ukraina og tørvin á eina sterka og varandi avtalu, sum kann geva varandi frið, sigur skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder