Málið um starvsheitini í løgtingi og landsstýri var til 2. viðgerð mánadagin, og varð tað tá samtykt.
Í dag er hetta fyrsta málið, ið er á skránni. Talan er um 3. viðgerð, og verður tað allarhelst samtykt, at almennu heitini kunnu broytast, alt eftir um tað er ein kvinna ella maður, sum er í sessinum. Stórur meiriluti var fyri hesum, tá onnur viðgerð var. Um meiriluti aftur er í dag, merkir tað, at kvinnur, sum sita í løgtinginum og landsstýrinum nú eisini kunnu verða kallað løgtingskvinna, landsstýriskvinna, eins og ein kvinnuligur stjórnarleiðari kann verða kallað løgkvinna.
Hetta er nakað, ið hevur fingið nógva umrøðu seinastu dagarnar. Tað eru bæði tey, ið síggja hetta sum eina nátúrliga broyting - at hava heitini eftir tí, sum tey í veruleikanum eru - og tey sum síggja hetta sum heldur kollvetandi broyting, í øllum førum við tí hátti sum verður nýttur.
Les eisini:
Meiriluti fyri at broyta starvsheitini
Jógvan á Lakjuni: - Mugu vera varin hvussu vit fara við móðurmálinum
Ætlanin um størri veiðu- og tøkugjøld á ávíkavist fiskivinnuna og alivinnuna hevur eisini fingið fitt av umrøðu - serliga áðrenn nøkur samgonga varð skipað. Flokkarnir, ið nú sita í samgongu, førdu hetta fram í valstríðnum í vetur, og nú verður tað framt í verkið.
Tað eru røddir, ið hava ávarað ímóti hesum. Serliga er tað Bakkafrost, har millum annað Regin Jacobsen, stjóri hevur verið úti við skrivi, har hann staðfestir, at við broytingini koma eini 300 størv í vanda. Fyrrverandi tingmaðurin Bill Justinussen hevur eisini ávarað móti hesum í lesarabrævi
Samanlagt fimm mál eru til triðju viðgerð, áðrenn umrøða av føroyskum fangum og varðhaldsfangum í Danmark kemur fyri.
Tingfundurin byrjar nú klokkan 10. Talan er um tann seinasta tingfundinum í hesari setuni - í øllum førum fyribils. Nøkur mál afturat skulu tó helst avgreiðast, áðrenn tingið fer í summarfrí.
Tingskráin í dag - til ber at fylgja við á logting.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald