2018-11-28 07:05
Næstan tríggjar mánaðir eftir svenska valið er enn eingin stjórn skipað. Men nú er ein lítil vón byrt.
Anna Lööf, leiðari í Centerpartiet, sigur nú, at tey møguliga eru sinnaði at stuðla einari stjórn við Stefan Löfven sum forsætisráðharra. Hetta skal verða gjørligt, um Sosialdemokratarnir ganga við til nøkur politisk krøv hjá borgarliga flokkinum.
- Um hann skal hava nakran møguleika at gerast forsætisráðharri, má Stefan Löfven viðurkenna, at hann má føra ein borgarligan politikk, sigur Löof.
Löfven ger í løtuni enn eina roynd at skipa stjórn. Hvørgin av blokkunum í svenskum politikki megnaði at fáa fleirtal til valið, og hvørgin teirra vil samstarva við Svøríkidemokratarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald