Uttanlands

Stefan Löfven leggur frá sær

Hann hevur nú biðið formannin í ríkisdegnum um møguleikan at royna at skipa nýggja stjórn, so tað ikki verður neyðugt við nývali – Orsakað av serligu støðuni, sum landið er í, hevði eitt nýval ikki verið besta loysnin, heldur hann

– Hetta er torførasta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið, segði Stefan Löfven (Savnsmynd)

– Hetta er torførasta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið, segði Stefan Löfven (Savnsmynd)

2021-06-28 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven leggur frá sær. Tað boðaði hann frá á tíðindafundi í morgun, eina viku eftir, at meirilutin í svenska ríkisdegnum atkvøddi fyri misálit á stjórnina.

Stefan Löfven sigur, at hann fer at biða Anders Norlén, formann í ríkisdegnum um at fáa ein nýggjan møguleika at skipa stjórn, so tað slepst undan at útskriva nýval.

– Hetta er torførasta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið, segði Löfven sambært DR.

Orsakað av serligu støðuni, sum landið er í í løtuni, nú koronafarsóttin hevur elvt til nógvar avbjóðingar, hevði nýval ikki verið besta loysnin fyri Svørík, heldur hann.

Hevði hann tó útskrivað nýval, hevði tað verið fyrstu ferð síðan 1958, at nýval verður útskrivað í Svøríki.

Stjórnin hjá Löfven heldur fyribils fram sum handilsstjórn, meðan roynt verður at skipa nýggja stjórn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder