Uttanlands

Stefan Löfven tapti enn eina ferð

97 dagar eru farnir síðani svenska valið og enn er eingin semja funnin

2018-12-14 11:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Virkandi forsætisráðharrin í Svøríki, Stefan Löfven, tapti enn eina ferð, tá hann royndi at skipa stjórn í morgun.

Í atkvøðugreiðslu atkvøddu 200 ímóti Stefan Löfven, formanni hjá Sosialdemkokratunum, sum forsætisráðharra í nýggjari stjórn, meðan 116 atkvøddu fyri. 28 atkvøddu blankt. Tí eru nú 97 dagar farnir, síðani svenska valið var, og enn er eingin stjórn skipað.

Hildið varð annars, at Stefan Löfven hevði ein veruligan møguleika at skipa stjórn við stuðli frá Centerpartiet. Men so var ikki.

Atkvøtt varð um eina stjórn við Sosialdemokratunum og Umhvørvisflokkinum við Stefan Löfven sum forsætisráðharra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder