Uttanlands

Steingja Eiffeltornið av trygdarávum

Franskir myndugleikar vænta ógvusligan harðskap um vikuskiftið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-07 08:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frakland hevur verið rakt av ógvusligum mótmælum seinastu tíðina, har fólk mótmæla meiri avgjald á brennievni.

Nú vænta myndugleikarnir nógvan harðskap í vikuskiftinum, tí at ein kjarna av hørðum aktivistum har a boða frá, at teir ætla sær til París at oyðileggja og drepa.

Av hesi orsøk fer løgreglan at senda 65.000 trygdarfólk út á gøturnar, umframt at kend støð sum Eiffeltornið, Operahúsið, fleiri listasøvn og fleiri handlar í býnum verða latnir aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder