Innanlands

Stella Polaris vinnarar hava konsert

Tey trý fremstu í Stella Polaris kappingini 2019 hava konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 11. august, har m.a. eitt nýtt verk, skrivað til teirra, er á skránni.

2019-08-07 17:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ernst Dánjalsson Remmel, trompet, Kristina Thede Johansen, saxofon og Hjalti BogasonStøylen, gittar, gjørdust í februar mánað ávikavist nummar eitt, tvey og trý í Stella Polariskappingini fyri ungar klassiskar tónleikarnar. Millum vinningarnar fyri avrikið er konsertin íNorðurlandahúsinum sunnudagin 11. august kl. 15

Á skránni verður m.a. eitt nýskrivað verk fyri tey trý vinnaraljóðførini, trompet, saxofon oggittar, sum ungi tónasmiðurin Eli Tausen á Lava hevur skrivað til konsertina. Tað nevnist TrioScherzando og eru tvey tema, mótsetningar, sum spæla upp ímóti hvørjum ørðum - annaðívligt og stuttligt og hitt friðarligt og ljóst.

Eli Tausen á Lava gongur á Tónlistaháskúlanum í Malmø, har hann lærir kompositión. Framman undan hevur hann útbúgving av Musikkskúlamiðnámi, har Sunnleif Rasmussen var lærari hansara. Eli varð heiðraður sum ”Ársins nýggja navn” á FMA 2019 í vár, og í 2018 varð verk hansara ”Freya syngur” valt út til framførslu á ISCM World Music Days, hildnir í kinesiska høvuðsstaðum Beijing.

Ernst Dánjalsson Remmel fer komandi árini at taka útbúgving í trompetspæli á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus. Hann byrjaði ungur at spæla kornett í Havnar Hornorkestri, men skifti til trompet og menti seg skjótt til leiðandi spælara og solist í orkestrinum. Ernsthevur gingið á Musikkskúlamiðnámi, har Ólavur Olsen var lærari hansara.

Kristina Thede Johansen tók í summar kandidatprógv í klassiskum saxofonspæli á Det Jyske Musikkkonservatorium í Aarhus, har hon nú byrjar solistútbúgving. Hon tekur eisini eina kandidatútbúgving í performance á Sibeliusakademinum í Helsinki. Kristina hevur vunnið fleiri virðislønir og heiðursheiti í kappingum og á konsertum fyri spæl sítt.

Hjalti Bogason Støylen tók í summar bachelorprógv í klassiskum guitarspæli á
Tónlistaháskúlanum í Malmø og fer nú at halda fram við útbúgvingini á masterstigi á
Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn. Lærari hjá Hjalta á Musikkskúlamiðnámi var Ólavur Jakobsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder