Innanlands

Stjala frá Articon

Fimm ferðir seinastu tíðina hava tjóvar tikið amboð og annað frá arbeiðsplássum hjá Articon. Enn er eingin handtikin

2019-07-26 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Byggifyritøkan Articon vendi sær til løgregluna tann 17. juli fyri at boða frá, at fimm ferðir seinastu tíðina, hevði fyritøkan upplivað, at amboð og útgerð hvarv á arbeiðsplássum.

Tað veit Kringvarpið at siga.

Løgreglan kannar málið, men enn er eingin handtikin, og tí ber ikki til at siga um talan er um stuldur innanhýsis ella uttanhýsis, upplýsir Heri Andreassen frá kanningardeildini hjá løgregluni fyri Kringvarpinum.

Tað er ikki greitt um stolnu amboðini framvegis eru í landinum ella um tey eru flutt av landinum. Talan er um nógvar tilburðir upp á stutta tíð, og á arbeiðsplássum hjá somu fyritøku - Articon.

Eitt av arbeiðsplássunum, har stuldur hevur verið, eru eini sethús, ið verða bygd í Gæsugøtu í Havn, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder