Uttanlands

Stjórin í Pfizer: Kann verða neyðugt við enn einari koppseting

Fyri at fáa fulla verju móti koronu er helst neyðugt at verða koppsettur tríggjar ferðir, sigur stjórin hjá heilivágsfyritøkuni, men tað er eisini møguligt, at tað verður neyðugt við nýggjari koppseting á hvørjum ári

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-16 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni verða fólk mett at vera liðugt koppsett, tá tey hava fingið tveir skamtar av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, men sambært Albert Bourla, stjóri hjá Pfizer, verður helst neyðugt við einum skamti afturat 12 mánaðir eftir seinnu koppsetingini fyri at fáa fulla verju.

Tað sigur hann sambært amerikanska miðlinum CNBC.

Stjórin hjá Pfizer sigur eisini, at tað møguliga verður neyðugt at verða koppsettur fyri koronu á hvørjum ári.

– Tað er sannlíkt, at tað verður neyðugt við einari triðju koppseting, onkuntíð millum seks og 12 mánaðir seinni, og síðani verður ein koppseting á hvørjum ári, men neyðugt er framvegis at fáa váttað hetta, og ymsu frábrigdini koma at spæla ein týðandi leiklut, sigur hann.

Talan er um eina viðmerking frá 1. apríl, sum ikki varð almannakunngjørd fyrr enn hósdagin.

Alex Gorsky, stjóri í fyritøkuni Johnson & Johnson, sum eisini hevur framleitt eitt koppingarevni fyri koronu, hevur eisini sagt, at tað kann gerast neyðugt við einari árligari koppseting, eins og tað er við koppseting móti beinkrími.

Enn er tó ikki heilt greitt, hvussu leingi ein er vardur móti koronu, tá ein er liðugt koppsettur.

Sambært nýggjastu tølunum eru 4.777 føroyingar liðugt koppsettir við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech. Tað svarar til níggju prosent av samlaða fólkatalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder