Uttanlands

Stjørnurnar syngja til jarðarferðina hjá soul drotningini

Stevie Wonder og aðrar stjørnur syngja, tá Aretha Franklin fer til jarðar

2018-08-24 09:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nakrar av heimsins størstu tónleikastjørnum fara at framføra, tá soul drotningin Aretha Franklin fer til jarðar 31. august í Detroit.

Millum teir kendastu sangararnar, sum framføra, eru Stevie Wonder, Faith Hill og Chaka Khan. Aðrir sangarar verða Jennifer Hudson, Fantasia, Shirley Caesar, Ron Isley, Yolanda Adams, og sonur Aretha, Edward Franklin.

Gudstænasta til jarðarferðina fer millum annað at snúgva seg um grundarlagið fyri tónleikin hjá Aretha Franklin, sum er gospeltónleikur. Tí framføra eisini nakrir gospeltónleikarar, m.a. Marvin Sapp, the Clark Sisters og Vanessa Bell Armstrong, skrivar AP.

Almenningurin fær møguleika at siga farvæl við Aretha Franklin tann 28. og 29. august á Charles H. Wright Museum for Afroamerican Historie. Sjálv jarðarferðin verður privat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder