Innanlands

Støðan bleiv hættislig á føðideildini

Akutt støða á føðideildini í nátt

Mynd: Dagur & vika / KVF

Mynd: Dagur & vika / KVF

2018-11-26 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høvdu útlendskir vikarar ikki verið á Landssjúkrahúsinum og bóru skjótt at tá ein akutt støða tók seg upp á føðideildini í nátt.

Tað fegnast Helgi Samson og Caja Karlssen Lange um. Tey gjørdust í nátt foreldur at einari gentu, men tað kundi enda syrgiligt.

- Vit fingu at vita aftaná, at tað var lívshættisligt. Um hesin svenskarin ikki kom inn ella um hjálp ikki var komin, so hevði hon (mamman) ikki verið her - so hevði hon bløtt út, segði Helgi Samsson, við Dag & viku í kvøld.

Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið skrivaðu seinnapartin undir semju, og tað merkir at ljósmøður nú eru aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum.

Síggj innslagið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder