Innanlands

Støðið hjá matstovunum hækkar munandi

Føroyar hava nú seks matstovur við á White Guide – allar gingnar fram

Koks - enn einaferð er staðfest, at talan er um matstovu í heimsflokki (Mynd av Instagram)

Koks - enn einaferð er staðfest, at talan er um matstovu í heimsflokki (Mynd av Instagram)

2018-11-21 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sigast má, at tað gongur framá við støðinum hjá føroysku matstovuvinnuni. Á danska listanum hjá White Guide, sum varð kunngjørdur mánakvøldið, eru seks matstovur við. Tað er tvær fleiri enn í fjør, og tær fýra, sum varðveita plássi ganga allar fram í metingunum.

Best av øllum er Koks, sum verður mett at vera næstbesta matstova í øllum danska ríkinum. Tað er bert Noma, sum er betur enn Koks.

Les: Bara Noma er betri enn Koks í ríkinum 

[object Object]Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks (Mynd av Instagram)

Á pappírinum er tað so stórt bragd at vera nummar tvey, tí Koks var eisini nummar tvey í fjør.

Men tá var tað aftanfyri eina aðra matstovu, Geranium, tí tá var Noma ikki við, orsaka av at heimskenda matstovan var afturlatin í fleiri mánaðir í sambandi við nýbygging og flyting.

Tað vil siga, at Koks nú hevur yvirhálað Geranium, og bara liggur aftanfyri matstovuna, sum fyrr hevur verið mett sum heimsins besta, og væntandi eisini fer at blanda seg í hesa kappingina í næstum.

[object Object]Karin Visth, matstovuleiðari, og Jóhannes Jensen eigari, tá White Guide mánadagin heiðraði Koks fyri "Ársins fiska- og skeljadjórsuppliving" (Mynd: Niels Busch / White Guide)

Allar vorðnar betri
Koks er eisini gingin fram í metingini. Fyri einum ári síðani æt metingin av Koks í White Guide 39/93, í ár eitur hon 39/95. Tølini skulu skiljast soleiðis, at tað fyrsta er fyri matin, og her verður karakterur givin upp í 40. Seinna talið er samanlagda stigatalið – í mesta lagið 100 -, sum verður givið fyri matin (upp í 40), drykkivørur (upp í 20), tænastu (20) og umhvørvi (20). Tað vil siga, at maturin á Koks ber er 1/40 frá at vera so góður, sum hann yvirhøvur kann vera, og at heildarupplivingin er hækkað til at vera 95 av 100 møguligum.

Noma fekk eisini 39 fyri matin, men eitt stig meira enn Koks samanlagt. 18 tær bestu matstovurnar í Danmark verða mettar sum ’Global Masters Level’, og tá skulu tær hava minst 80 stig, harav 36 fyri matin.

Næstbesti flokkurin eitur ’Masters Level’ sum er fyri minst 75 stig, harav minst 32 fyri matin.

Hinar føroysku matstovurnar á listanum eru allar í triðbesta flokkinum, ’Very Fine Level’, sum krevur minst 67 stig, harav minst 28 fyri matin.

Føroysku matstovurnar fáa hesi stigini:
Ræst 31/73 ímóti 29/69 í fjør
Áarstova 31/72 ímóti 29/70 í fjør
Fútastova 30/72 – ikki við í fjør
Barbara 29/71 ímóti 28/69 í fjør
Frumbiti 29/69 – ikki við í fjør

Altso eru allar føroyskar matstovurnar, sum eru við í White Guide gingnar fram.

White Guide flokkar matstovurnar í fýra flokkar. Niðasti flokkurin eitur ’Fine Level’, og fyri at koma við har krevjast minst 60 stig, harav minst 22 fyri matin. Men ongin føroysk matstova er við í hesum flokkinum.

Góð ummæli
Whide Guide er ein bóklingur, sum verður givin á hvørjum ári, og hvør matstova á listanum fær eitt ummæli í bóklinginum. Her eru nøkur dømi úr ummælunum:

Um Koks, sum í ár hevur hildið til í hugnaligum umhvørvi frammi við Gjónna verður undir yvirskriftini ”Totaloplevelse for alle sanser” m.a. sagt: ”Ein vitjan á Koks er ein genial heildaruppliving fyri allar sansir, og tað er lívgandi, fyri einaferð skyld sjálvur at fara út í náttúruna til matin, í staðin fyri tað øvugta”.

Um Ræst verður undir yvirskriftini ”Gammelnordisk, når det er bedst” m.a. sagt: ”Hóast fleiri ávaringar frá føroyingum um, at vit fyri vist ikki fóru at dáma alt, staðfestu vit eftir seinasta rætt, at allir borðiskar vóru tømdir. Ongin ivi um, at fermenteraði føroyski køkurin hoyrir undir tað, bretar kalla ”acquinted taste”, men eitt kvøld á Ræst gevur einum eitt læruríkt og spennandi innlit í serstaka føroyska køkin, sum øll, ið bara eru eitt sindur áhugað í mati ella mentan yvirhøvur, ikki eiga at snýta seg sjálvi fyri”.

Um Áarstovu undir yvirskrifgini ”Fabelagtigt lam og hjemlig stemning”: ”Høvuðsrætturin hjá staðnum er sum sagt langtíðarstokti lambsbógvurin, ið verður borðreiddur við rótfruktum, kókaðum eplum og kraftmiklum soði. Talan er um framúr kjøt, ið bæði er moyrt, saftarmikið og smakkmikið... Einki ringt um ræst og skerpikjøt, men feskt lamb í hesum flokki er fantastiskt”.

[object Object]Fútastova - í White Guide á fyrsta sinni

Fútastova er við í White Guide á fyrsta sinni. Um Fútastovu verður m.a. sagt undir yvirskriftini ”Historiske lokaler med fransk finesse”: ”(Húsið) hevur síðan m.a. virkað bæði sum sendistova, kirkja, skúli og listasavn, men er nú staðið, har tú finnur besta kokkakynstrið á oyggjunum, tá tað ræður um fínari franska matgerð. Innan er húsið, mótsatt uttandurða, nýmótans stílreint, og serliga teir vøkru og makligu stólarnir, sum annaðhvørt eru myrkabláir ella -grønir, fullu í okkara smakk”.

Um Barbaru undir yvirskriftini ”Charmerende iberisk fiskestue”: ”Rávørurnar frá føroyska sjóøkinum er heimsflokkur og hjá Barbaru skilir køkurin at hagreiða tær júst við einum skoti av suðurlendskum sinnalagi, so vit fara glað og nøgd út aftur í kalda vindin”.

[object Object]Brent Morrow, høvuðskokkur á Frumbita

Ein uttan fyri Gist&Vist sloppin við
Allar nevndu matstovurnar hoyra undir Gist&Vist-samtakið. Einasta matstova uttan fyri Gist&Vist, sum er slippin við í hesi 2019-útgávuni, er nýggja matstovan, Frumbiti, í niðjastu hædd á Hotel Havn í Dr. Jacobsensgøtu. Undir yvirskriftini ”Moderne deleretter med internationalt touch og hip stemning” verður sagt: ”Tórshavn hevur fingið eitt nýtt framsøkið matstað, ið leggur seg eftir einum yngri og ’hippari’ kundaskara. Stílurin í hølinum er kaldliga modernaður við ráum betongi og stórum gluggum út til vegin, yvir høvur ein stór kontrast til teyggjuna av matstovum í teimum elligomlu bygningunum í Gongini, har tað annars verður farið at eta gott her í býnum”.

Seks matstovur í WhiteGuide má sigast at vera rættiliga væl klárað fyri ein bý við 20.000 og einum upplandi við 50.000 íbúgvum. Serliga tá hugsað verður um, at her eru eisini fleiri aðrar matstovur, sum nógv halda áttu at komið upp í part í eini slíkari guide eisini.

Vit kunnu bara nevna Katrinu Christiansen, The Tarv, Skeiva Pakkhús og Etika, sum ikki standa nógv aftan fyri tær, sum eru komnar við. Helst er onkur afturat eisini, sum kundi komið upp á tal... 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder