Uttanlands

Stór mótmæli móti Bolsonaro

Leygardagin varð mótmælt í yvir 200 brasilskum býum – Mótmælisfólkini vóru ónøgd við forsetan og handfaring hansara av koronafarsóttini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-30 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin fóru tíggjutúsundatals fólk á gøturnar í Brasil at vísa sína ónøgd við brasilska forsetan, Jair Bolsonaro og handfaring hansara av koronafarsóttini.

Mótmælt varð í fleiri enn 200 býum, og í størstu býunum savnaðust tíggjutúsundatals fólk. Talan er, sambært Ritzau, um størstu mótmælisrørsluna móti brasilska forsetanum, síðan farsóttin byrjaði.

Fyriskiparar av flestu mótmælunum vóru vinstravend politisk feløg, fakfeløg og studentafeløg. Í stóru býunum Rio de Janeiro og Brasilia gingu mótmælini friðarliga fyri seg, men aðrastaðni legði løgreglan seg uppí við táragassi og gummikúlum.

Millum mótmælisfólkini vóru nógv, sum kravdu, at Bolsonaro leggur frá sær ella verður stillaður fyri ein ríkisrætt. Meiningakanningar vísa, sambært bretska miðlinum The Guardian, at 57 prosent av brasilska fólkinum taka undir við at koyra forsetan fyri ein ríkisrætt.

Seinasta árið hevur Jair Bolsonaro verið fyri nógvum atfinningum fyri handfaringina av farsóttini. Millum annað hava fólk funnist at honum fyri ikki at taka støðuna í álvara, eftir at hann lýsti nýggja koronavirusið sum "eitt lítið krím". Eisini hevur hann verið ímóti munnbindum og afturlatingum, tí hann sigur, tað er skaðiligt fyri búskapin.

Brasil er millum tey londini, sum hava verið harðast rakt av koronafarsóttini. Umframt at krevja, at Bolsonaro leggur frá sær, ella at hann verður koyrdur fyri ein ríkisrætt, krevja mótmælisfólkini eisini, at ferð verður sett á koppsetingina í Brasil.

Uml. 20 prosent av teimum 212 mió., sum búgva í landinum, hava fingið fyrru koppsetingina, meðan góð tíggju prosent eru liðugt koppsett.

Niðanfyri eru nakrar myndir úr stóru býunum Brasilia, Rio de Janeiro og Sao Paulo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder