Innanlands

Stór og fjølbroytt ráðstevna um árinini av ágangi móti børnum

Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 19. til 22. august

2018-08-06 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endaliga skráin fyri stóru Norðurlendsku Ráðstevnuna, “Barnsins besta: retorikkur
ella veruleiki?” er nú almannakunngjørd. Ráðstevnan, sum norðurlendski
felagsskapurin Nordisk Forening mot Barnmisbrug og Omsorgssvigt – NFBO -
skipar fyri, verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 19. til 22. august.

Felagið hevur í skjótt tjúgu ár skipað fyri norðurlendskum ráðstevnum og er hetta fyrstu ferð, at ráðstevnan verður í Føroyum. Longu nú hava upp móti 300 norðurlendingar teknað seg til luttøku. Skráin viðger nýggjastu granskingina innan økið og ikki færri enn 60 framløgur og verkstovur verða, umframt at altjóða granskarar fara at hava longri fyrilestrar um eitt nú:

• Hvussu taka vit sjónarmiðið hjá barninum við í rættarviðgerð?
• Hvat vita vit um kynsligan ágang seinastu 30 árini og hvørja ávirkan hevur
internetið á kynsligan ágang í dag?
• Hvørja ávirkan hevur trauma í barndómi á almennu heilsuna gjøgnum lívið?
• Hvussu ávirkast sárbærur ungdómur av ymiskum sløgum av ágangi?
• Hvussu setast kann inn tíðliga við eini fyribyrgjandi tilgongd við foreldrum?

Eisini fer ein av stovnarunum av NFBO, Kari Killén, at fyrilesa um tørvin av at hava eina tillagaða heildartilgongd til umsorganarsvík og ágang.

Meira kann lesast um felagsskapin og ráðstevnuna á heimasíðuni hjá Nordisk Forening Mot Barnmisbrug og Omsorgssvigt, har eisini ber til at melda til ráðstevnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder