Leygardagin byrjaði ein stór roynd at beina fyri plast í sjónum. Verkætlanin verður rópt heimsins størsta roynd at savna upp plast.
Í gjár eydnaðist tað við hjálp frá Mærsk at fáa Ocean Cleanup, sum er navnið á 600 metrar langa "plast-dustsúgvaranum", ið skal savna upp plast úr sjónum, úr amerikanska býnum San Francisco. Ocean Cleanup er í løtuni ávegis til fyrsta staðið á ferð sínari.
Skipanin kann savna uml. fimm tons av plasti um mánaðan, og fyrsta staðið á ferðini er eitt øki 240 sjómíl frá landi, har hon skal roynast í tvær vikur.
Síðani gongur leiðin víðari út í Kyrrahavið til eitt øki, ið er uml. 1200 sjómíl (2200 km) frá San Francisco.
Tað var 24 ára gamli Boyan Slat úr Hollandi, ið fekk hugskotið til Ocean Cleanup. Hann brúkti meira enn eitt ár uppá at finna eina loysn til plastdálkingina á sjónum.
Mynd: TV2
Ocean Cleanup dustsúgvairn hevur skap sum eitt stórt "U" og er gjørdur av einum røri við boyu og neti, ið kann savna inn plast bæði á og undir vatnskorpuni. Samstundis kunnu fiskar svimja ímillum uttan trupulleikar.
Henda verkætlanin er tann fyrsta av sínum slagi.
Skiparin umborð á Mærsk-skipinum, ið er við í verkætlanini er føroyski Høgni á Heygum.
"Alt Mærsk samtakið er umhvørvissinnað. Eg haldi, tað er sera, sera spennandi. Serliga tí tað er fyrstu ferð, mann fer í holt við eina so stóra verkætlan. Vi eru øgiliga fegin um at vera ein partur av tí," sigur hann við TV2.
Bert í Kyrrahavinum flóta so stórar mongdir av plasti, at tað svarar til støddina á Týsklandi faldað við fýra.
"Um vit halda á fram við øllum plastinum, so er brádliga meira plast enn fiskar í sjónum," sigur Høgni á Heygum.
Ætlanin er, at helvtin av plastinum skal vera tikið upp úr sjónum innan fimm ár.
Sambært Høgna á Heygum hava tey góðar vónir.
"Tað er mín vón, at vit koma í land við nógvum plasti. Tess meira plast, tess betur, tess størri mun hava vit gjørt," sigur hann við TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald