Skúlablaðið/Eyðbjartur S. Skaalum: Hvussu verður næmingurin móttikin? Verður navnið sagt rætt? Er pláss fyri einum smíli, einum spurningi og einari løtu, har vit veruliga lurta? Eru karmarnir greiðir, og merkir næmingurin samstundis, at her er trygt at vera?
Ein góð summarfrítíð er yvirstaðin, og vit eru nú til reiðar at byrja aftur at arbeiða. Nú skal skil koma á gerandisdagin aftur. Summi koma aftur til ein flokk, tey kenna væl, meðan onnur standa framman fyri nýggjum næmingum, nýggjum starvsfeløgum ella kanska sínum fyrsta skúlaári sum lærarar.
Skúlaársbyrjanin er ofta merkt av nógvum praktiskum uppgávum, men hetta er eisini ein serlig tíð. Tað er nú, at vit leggja grundarlagið undir tað, sum skal vaksa og mennast gjøgnum árið. Tað er nú vit leggja árið til rættis, so vit øll, lærarar, leiðslur, næmingar og foreldur fáa sum mest burturúr.
Tá vit taka ímóti einum flokki eftir summarfrítíðina, møta vit ikki bara næmingum, sum skulu læra føroyskt, støddfrøði, náttúru og tøkni ella aðra lærugrein. Vit møta børnum og ungum við hvør sínum royndum og væntanum. Viðførið hjá øllum er ymiskt, og hetta mugu vit altíð hava í huga.
Onkur hevur glett seg í fleiri vikur. Onkur er spentur upp á nýggja læraran. Onkur óttast fríkorterið, tí vinalagið broyttist undan summarfrítíðini. Og onkur hevur kanska havt eina summarfrítíð, sum als ikki var so góð, sum vit vanliga ímynda okkum, at summarfrítíðir eru.
Tí hava fyrstu løturnar í skúlaárinum stóran týdning – størri enn vit í veruleikanum geva okkum far um. Hvussu verður næmingurin móttikin? Verður navnið sagt rætt? Er pláss fyri einum smíli, einum spurningi og einari løtu, har vit veruliga lurta? Eru karmarnir greiðir, og merkir næmingurin samstundis, at her er trygt at vera?
Vit kunnu ikki loysa allar trupulleikar fyrstu vikuna. Tað er heldur ikki okkara uppgáva. Men vit kunnu skapa eitt flokshøli, har næmingarnir merkja, at teir hoyra til, og at lærarin tekur ábyrgdina á seg. Ein greiður og umsorganarfullur lærari skapar tryggleika. Og tryggleiki er ikki nakað, sum kemur afturat undirvísingini. Hann er ein fortreyt fyri, at undirvísing kann eydnast.
Sum lærarar kunnu vit lættliga gerast upptikin av øllum tí, vit ikki náddu. Tí næminginum, vit ikki fingu tosað nóg leingi við. Undirvísingartímanum, sum ikki gekk eftir ætlan. Ella øllum teimum uppgávunum, sum framvegis liggja á láni.
Hvønn dag skapa vit karmar, greiða frá, lurta, seta mørk, troysta, kveikja og hjálpa næmingum at megna nakað, sum teir ikki dugdu frammanundan. Vit síggja barnið, sum roynir at fjala, at tað ikki skilir uppgávuna. Vit hjálpa næminginum inn í felagsskapin. Vit geva einum ungum menniskja mót til at royna eina ferð afturat.
Ofta síggja vit ikki úrslitið beinanvegin. Kanska síggja vit tað ongantíð sjálvi. Men ein lærari kann vera tann, sum næmingurin minnist, tí hann varð sæddur, tikin í álvara og møttur við hóskandi krøvum. Hetta er ein stór ábyrgd, men eisini ein av bestu síðunum við lærarayrkinum. Tað at síggja menningina, ið fer fram í hvørjum einstøkum næmingi.
Góð undirvísing og góður trivnaður krevja tíð, umstøður og samstarv. Vit hava tørv á starvsfeløgum, sum vit kunnu ráðføra okkum við. Vit hava tørv á leiðslum, sum lurta og skapa greiðar karmar. Og vit hava tørv á stuðli frá teimum avvarðandi.
Við skúlaársbyrjan eiga vit eisini at minnast týdningin av góðum starvsfeløgum. Vit skulu deila bæði hugskot, iva og trupulleikar og tora at siga frá, áðrenn arbeiðsbyrðan gerst ov tung. At biðja um hjálp er ikki tekin um vantandi dugnaskap. Tvørturímóti vísir tað styrki.
Vit skulu eisini minnast til, at eingin kann vera tann fullkomni lærarin í øllum tímum og fyri allar næmingar. Okkara arbeiði krevur nógv av okkum, men tað eigur ikki at krevja alt. Skulu vit varðveita orkuna, nærveruna og arbeiðsgleðina gjøgnum alt skúlaárið, mugu vit eisini virða okkara egnu mørk.
Skúlaársbyrjanin gevur okkum høvi at byggja góðar, nýggjar relatiónir. Styrkja gamlar relatiónir. At skapa eitt floksumhvørvi, har øll kunnu vera við. At vera greið í okkara væntanum og forvitin eftir, hvørjir næmingarnir eru. Og at minnast til, at tað stóra arbeiðið byrjar við tí smáa: við navninum, vit læra okkum, eygnasambandinum, róligu samrøðuni og kensluni, vit geva næminginum av, at hann hevur eitt pláss í skúlanum.
Vit eru ikki bara farin undir eitt nýtt skúlaár. Vit eru farin undir aftur tað týdningarmikla arbeiðið at geva børnum og ungum vitan, førleikar, tryggleika og trúgv upp á egnar møguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald