Uttanlands

Stórabretland letur meira upp í dag

Nú sleppa tey aftur at klemmast, sita inni á skeinkistøðum og matstovum, og at fara í biograf

Hóast latið verður meira upp, eiga fólk framvegis at vera varin, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd)

Hóast latið verður meira upp, eiga fólk framvegis at vera varin, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd)

2021-05-17 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verða tilmælini í Onglandi linkaði enn meira.

Nú kunnu skeinkistøð, matstovur og kaffistovur aftur hava sitandi gestir inni, meðan søvn, sjónleikarhús, biografar og onnur líknandi støð kunnu lata upp.

Eisini verður tað ikki longur frámælt fólkum úr ymiskum húsarhaldum at klemmast.

Tó verður hildið eyga við indiska frábrigdinum, sum smittar meira enn bretska frábrigdið – sambært summum granskarum upp móti 50 prosent meira – og kunnu tiltøk verða sett í verk, har sum smittan spjaðir seg, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sambært Ritzau.

Í Onglandi verður nú eisini loyvt 30 persónum at savnast uttanfyri, meðan seks persónar – eitt ella tvey húsarhald – kunnu savnast inni.

Orsakað av indiska frábrigdinum noyðast fólk tó enn at vera varin. Tað kann mann gera við at lata seg kanna tvær ferðir um vikuna, at møta upp til koppsertingina, tá mann verður innkallaður, og við at minnist til reinførið og frástøðuna, sigur Boris Johnson.

Í Wales og Skotlandi verða tilmælini eisini linkaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder