Uttanlands

Stórabretland vil hava ES at revsa Russland harðari eftir eiturálop

Heitt verður á ES at fylgja í fótasporunum hjá USA

Sergej Skripal og dóttur hansara vórðu eitraði á hesum bonkinum í Salisbury í Onglandi (Mynd: Ritzau)

Sergej Skripal og dóttur hansara vórðu eitraði á hesum bonkinum í Salisbury í Onglandi (Mynd: Ritzau)

2018-08-21 12:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bretski uttanríkisráðharrin Jeremy Hunt fer í dag at halda talu í Washington í USA; og har fer hann at heita á ES um at fylgja í fótasporunum hjá USA og seta í verk hørð revsitiltøk móti Russlandi. Áheitanin kemur eftir at Bretland hevur ákært Russland fyri at standa aftanfyri eiturálop í bretska býnum Salisbury.

Hunt sigur sambært Reuters og AFP, at Russland hevur gjørt heimin til eitt vandamiklari stað, og biðir tí tey sameindu hjá Stórabretlandi um at tryggja sær, at revsitiltøkini móti Russlandi eru umfatandi.

Stórabretland, USA og ES ákæra Russland fyri at standa aftanfyri eiturálopið á fyrrverandi russiska njósnaranum Sergej Skripal og dóttur hansara í Salisbury. Russland noktar fyri at hava staðið aftanfyri álopið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder