Tað gongur væl í Tórshavnar kommunu. Fólkavøksturin farna árið hevur verið omanfyri 2%, og síðan 1. juli 2015 eru 1.067 borgarar fleiri í Tórshavnar kommunu. Bara seinastu 12 mánaðirnar vaks fólkatalið við 449 borgarum.
Hetta gevur kommununi fleiri skattgjaldarar, men eisini øktan tørv á tænastum og útbyggingum.
Í uppskoti til fíggjarætlan fyri 2019, ið býráðið nú fær at viðgera, eru inntøkurnar mettar til 999 mió. kr. í mun til 951 mió. kr. í 2018. Inntøkuvøksturin er sostatt mettur til 5,1 %.
Á útreiðslusíðuni er vøksturin 4,9 %, har av sáttmálabundin lønarvøkstur er 2,6%. Hetta svarar til ein vøkstur á 36 mió. kr. í mun til fíggjarætlanina 2018.
Orsøkirnar til vøksturin eru í høvuðsheitum vaksandi íbúgvaratalið í kommununi, og av hesum er í nógv størstan mun talan um vaksandi tørv á fleiri dagstovnaplássum. Í uppskotinum til fíggjarætlan 2019 verður roknað við 145 fleiri dagstovnaplássum, og stendur hetta einsamalt fyri meira enn fjórðinginum av samlaða vøkstrinum í fíggjarætlanini.
Pláss er tó eisini fyri ávísum raðfestingum. Settar eru 2 mió. kr. av til dygdarmenning á dagstovnaøkinum. Nýggj fígging er eisini sett av til fleiri kommunulæknaviðtalur og til smábarnavirksemið hjá Gigna.
Á skúlaøkinum verður fígging sett av til betri internet. Sett er eisini av til nýggjan sáttmála við Fjølrit um upphavsrættindi. Nýggi og væl størri musikkskúlin verður tikin í nýtslu fram móti sumri, og á tekniska økinum er meira sett av til viðlíkahald av bygningum og vegum, sum eisini gerast fleiri.
Tórshavnar kommuna hevur somuleiðis sett fígging av til at talgilda fyrisiting og tænastur til borgaran, soleiðis at borgarin í størri mun kann avgreiða síni viðurskifti við kommununa um talgildar skipanir.
Raðfest er harafturat at gagnnýta góðu tíðirnar til at rinda niður skuld. Kommunan nærkast í stórum stigum til at gerast skuldafrí.
Í uppskotinum til fíggjarætlan 2019 er lagt upp til ein íløgukarm á 160 mió. kr., sum í stóran mun fer til sáttmálabundnar verkætlanir. Nógv tann størsti parturin av hesum fer til byggingina av Skúlanum á Fløtum, sum verður liðugur í 2020, og til byggingina av Musikkskúlanum, ið skal standa liðugur í 2019.
Týðandi íløguraðfestingar eru eisini á eldraøkinum. Um- og útbyggingin av Tjarnargarði til demensdepil fer ætlandi í gongd seinni í ár, og næsta ár byrjar byggingin av nýggjum umlættingar- og rehabiliteringsdepli í Hoyvík.
Haraftrat er sett av til útbygging av kirkjugørðum.
Afturat kommunalu íløgunum ger Tórshavnar havn í 2019 íløgur fyri 100 mió. kr. í havnaútbyggingina.
Fíggjarætlanaruppskotið verður lagt fram í býráðnum 27. september 2018, tá tað fer til politiska viðgerð í føstu nevndunum. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald