Innanlands

Størsti ordri í søguni hjá Nema

Nema hevur leverað áleið 2500 stólar, 800 borð, 550 skáp og reolir og ymiskt annað til Glasir

Ólavur Herup Olsen, Grand old man innan innbúgv, Júst í Túni Vang, stjóri, og Arnbjørn Danielsen, leiðari fyri innbúgv

Ólavur Herup Olsen, Grand old man innan innbúgv, Júst í Túni Vang, stjóri, og Arnbjørn Danielsen, leiðari fyri innbúgv

2018-08-13 10:22 Author image
Oda Strøm
placeholder

Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt hart við at seta innbúgv uppá pláss, áðrenn Glasir lat upp fyri almenninginum í síðstu viku. Nema hevur leverað áleið 2500 stólar, 800 borð, 550 skáp og reolir og ymiskt annað til Glasir, ið er størsti ordri í søguni hjá Nema innan innbúgv.

Nema vann útboðið sum veitari av borðum, stólum, faklokalum, skáp og goymslu og ymiskum øðrum innbúgvi við einum tilboðið á 8,6 mió. kr. og hevur havt eini 3 vikur til at levera risa ordran. Innbúgvið til skúlan kom í áleið 30 40-fóts bingjum.

- Vit eru glað og takksom fyri møguleikan, og samstarvið við Landsverk, Glasir og aðrar arbeiðstakarar hevur gingið væl, sigur Júst í Túni Vang, stjóri á Nema. Tað er spennandi at vera við til at skapa eitt gott umhvørvi fyri ung at læra og mennast í.

Vikuna upp undir móttøkuna arbeiddu fólk hjá Nema nærum alt samdøgrið fyri at fáa alt uppá pláss til tíðina. Glasir er ikki minni enn 19.500 fermetrar til støddar, so starvsfólk hjá Nema hava gingið nógvar kilometrar og borið borð, stólar og annað uppá pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder