Eftir loknar samgongusamráðingar og ásetan av aðalráðum og landsstýrisfólkum, hevur telvingin hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum seinastu tíðina snúð seg um nevndarsessirnar í Løgtinginum.
Alt bendir á, at samgonguflokkarnnir fáa allar forfólkasessirnar. Men tað hevur ikki verið lætt at blanda kortini, so øll eru nøkulunda nøgd. Sum skilst sótu flokkarnir og telvaðu seint í gjárkvøldið, og spurningurin er, um alt er komið uppá pláss nú.
Tað munnu eisini hava verið telvingar innanhýsis í flokkinum.
Forfólkasessirnir hava størstan týdning fyri flokkarnir, og tað man vera tann í Fíggjarnevndini, sum dregur mest. Hendan sat Eyðgunn Samuelsen hjá Javnaðarflokkinum í undir seinastu samgongu.
Tað er ógvuliga ósannlíkt, at Javnaðarflokkurin fær hendan aftur: Minsti flokkur í samgonguni og hann hevur landsstýrismannin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen.
Tað ljóðar, at tað liggur millum A og B. Síðani kundi tað hent seg, at tann flokkurin, sum ikki fær ovasta sessin í Fíggjarnevndini ístaðin fær høvuðssæti í Vinnunevndini, men har vil Javnaðarflokkurin eisini fáa stóra ávirkan.
Byrjar klokkan 11
Alt hetta vera vit klókari uppá seinni í dag.
Tingfundurin byrjar klokkan 11 við val av nevndum.
Sjey limir og sjey varalimir skulu veljast í Fíggjarnevndina, Uttanlandsnevndina, Vinnunevndina, Trivnaðarnevndina, Mentanarnevndina, og Rættarnevndina.
Tríggir limir og tríggir varalimir skulu veljast í Landsstýrismálanevndina, fýra løgtingsgrannskoðarar skulu veljast, og eisini skulu limir veljast til Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið, sum skulu hava ávikavist tveir og seks limir úr Føroyum.
Dagsskráin, mánadagur, 20. apríl 2026, kl. 11:00
| 1 | Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini |
| 2 | Val av umboðum í Norðurlandaráðið |
| 3 | Val av umboðum í Útnorðurráðið |
| 4 | Val av løgtingsgrannskoðarum |
| 5 | Val av nevningagrundlistanevndum |
| 6 | Framløga |
Portalurin og FM1 vera til staðar í tinginum og hava ymiskt tilfar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald