Mentan

Stórt barnatiltak í jólaprýdda Amtmansgarðinum

Julius og Rógvi umframt ungdómskór framføra í Amtmansgarðinum leygardagin

2018-12-10 18:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin verður stórt barnatiltak í jólaprýdda Amtmansgarðinum.

Umframt at garðurin er vakurt prýddur og Ríkisumboðið bjóðar kakao og holukøkur, so koma jólamaðurin Julius og gyklarin Rógvi á vitjan.

Julius hevur fylt sær posan við karamellum og Rógvi hevur lært seg nøkur nýggj triks. Eisini kemur ungdómskórið Cantus at framføra í hugnaliga umhvørvinum.

Hetta verður í Amtmansgarðinum, stutt eftir at Julius er komin til Havnar við jólaskipinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder