Tað verður ongin Roskildefestivalur í ár. Tað upplýsir festivalurin á heimasíðu síni.
- Vit eru knúst yvir ikki at fáa møguleika fyri at savnast í ár og vera við til at endursmapa felagsskapin, sum korona-kreppan hevur oyðilagt fyri so nógv, skrivar Roskilde festivalurin á heimasíðuni.
Les eisini: Danmark letur meira upp hósdagin
Sostatt er hetta annað árið á rað, at stóri danski festivalurin verður avlýstur orsaka av korona.
Ætlanin var annars at savna 130.000 fólk til Roskildefestival í ár. Tey, ið hava atgongumerki til festivalin, kunnu flyta tað til 2022 ella fáa pengarnar aftur.
Eisini aðrir danskir festivalar avlýsa nú eftir seinastu semjuna um koronaupplatingina í Danmark. Hetta er galdandi fyri Northside í Aarhus, Tinderbox í Odense, Musik i Lejet, Thy Rock, Jelling Festival og Nibe Festival.
--
Síðan henda greinin varð skrivað, eru fleiri aðrir danskir festivalar komnir av listan av festivalum, sum verða av ongum í ár:
Copenhell í Keypmannahavn
Smukfest í Skanderborg
Vig Festival
Ringsted Festival
Heartland Festival
Kløften Festival í Haderslev
Langelandsfestival
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald