2018-08-22 15:54
Kunningarfundur verður í morgin kl. 19.00 fyri øllum áhugaðum í útstykkingunum á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni.
Fundurin var upprunaliga ætlaður teimum, sum eru á listanum til grundstykki hjá Sjóvar kommunu, men vegna øktan áhuga fyri útstykkingunum, hevur kommunan valt at gera fundin almennan og bjóða øllum áhugaðum við.
Á fundinum verður kunnað um arbeiðið við útstykkingunum og um byggisamtyktirnar fyri bæði økini, umframt at kunnað verður um mannagongdina, tá fólk skulu velja sær eitt grundstykki.
Útstykkingarnar fevna um 53 grundstykkir. Arbeiðið er skipað soleiðis, at útstykkingin á Fríðufløtum verður liðug í 2018, útstykkingin við Hálsatjørn norður (suður til rundkoyringina) verður liðug á vári 2019, og við Hálsatjørn suður verður liðug áðrenn árslok 2019.
Í dag eru 39 fólk á listanum til grundstykki í Sjóvar kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald