Innanlands

Stórur áhugi fyri nýggja stjórastarvinum við Tjarnir

16 umsøkjarar eru til starvið, sum helst verður sett 1. august

Høllin er 8.200 fermetrar. Hon skal millum annað hýsa altjóða dystum í hondbólti. Stóra verkætlanin gongur væl, og eftir ætlan stendur stórhøllin liðug í januar. 2025 (Mynd: Ólavur Frederiksen/Tórshavnar kommuna)

2024-07-03 16:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin var reisigildi langt uppi í Hoyvíkini, har føroyska stórhøllin við Tjarnir nú verður gjørd.

Sí eisini: Reisigildi við Tjarnir (myndir)

Høllin er 8.200 fermetrar. Hon skal millum annað hýsa altjóða dystum í hondbólti, men gevur hon eisini møguleikar til nógv annað innan ítrótt og stór tiltøk.

Við Tjarnir skal eisini hava ein stjóra. Starvið hevur verið lýst leyst, og nú freistin at søkja er farin, hava 16 fólk søkt.

Hetta veit Kringvarpið at siga í dag.

Talan er um føroyingar og útlendingar - kvinnur og menn. Hvør nýggjur stjóri verður, veðrur greitt í næsta mánaða. 

Stóra verkætlanin gongur væl, og eftir ætlan stendur stórhøllin liðug í januar. 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder