2019-08-11 23:37
Síðani í gjár hevur skógareldur herjað á sponsku feriuoynni Gran Canaria. 1000 fólk eru evakueraði. Tað skriva altjóða miðlar.
Eldurin sum er á vestaru síðuni av oynni kann vera vandamikil fyri fleiri býir umframt náttúruøkið Tamadaba.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Veðurstovan Aemet ávarar í dag um vind, og tað kann hava við sær at eldurin spjaðir seg enn meira. Sambært lokalu myndugleikunum arbeiða 200 sløkkiliðsfólk umframt flogfør og tyrlur við at fáa tamarhald á eldinum. Eisini er spanski herurin sendur til økið.
Løgreglan heldur, at eldurin kyknaði orsaka av brúki av sveisitóli. Ein 55 ára gamal maður var handtikin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald