- Slíkir steinar kunnu loysna av bæði turki og regni, og slíkt hendur so nógvastaðni.
Hetta sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, tá Portalurin spyr hann um steinin, um hevur ligið á Bíggjarvegnum í dag.
Seint fyrrapartin fekk løgreglan fráboðan um, at grót var lopið oman nakað uttan fyri Sørvág - umleið 300 metrar frá seinastu húsunum.
Steinurin, sum var komin á vegin, var so mikið stórur, at hann darvaði ferðsluni. Eingin mansskaði ella materiellur skaði er fráboðaður.
Landsverk fekk boðini frá løgregluni, og fólk frá Sørvágs kommunu komu á staðið. Hvør hevur flutt steinin er ikki greitt, men nú er hann so ikki har longur, og er tað koyrandi heilt sum vanligt millum Sørvág og Bø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald