2018-12-08 17:14
Stovnarin av stóru grønlendsku fiskivinnufyritøkuni, Polar Seafood, er deyður. Tað skrivar Sermitsiaq.
68 ára gamli Anders Brøns, bleiv í gjáramorgunin funnin lívleysur á sjónum nær við Ålborg. Tað varð seinni staðfest, at hann var deyður.
Metingin hjá lokalu løgregluni er, at hann er dottin á sjógv og er druknaður. Eingin illgruni er um nakað brotsverk.
Polar Seafood, ið eigur fleiri flakavirki, flakratrolarar og fiskiskip, er størsta privata fyritøkan í Grønlandi við meira enn 3 mia. kr. í árligum umsetningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald