
Tveir amerikanskir rúmdarfarar, Suni Williams og Butch Wilmore, sum síðan juni í fjør hava verið strandað á ISS rúmdarstøðini, eru nú á veg aftur til jarðar.
Tað skrivar BBC eftir at rúmdarhylkið, ið skal fáa tey heimaftur, klokkan 05.05 okkaratíð, loysti seg frá altjóða ISS rúmdarstøðini.
Ætlanin var, at tey skuldu vera á rúmdarstøðini í eina viku, men orsaka av tekniskum trupulleikum, varð heimferðin útsett fleiri ferðir. Tey bæði hava tó ongantíð kent tað sum, at tey eru strandað, men hava sagt, at tey fegin vilja sleppa heimaftur einaferð.
Leygardagin kom rúmdarhylkið frá SpaceX, sum flytir tey heimaftur, til ISS rúmdarstøðina.
Umframt Suni Williams og Butch Wilmor, eru tveir aðrir rúmdarfarar á ISS við á heimferðini. Teir eru Nick Hague frá Nasa og russiski kosmonauturin Aleksandr Gorbunov.
Rúmdarhylkið lendir væntandi í Meksikanska Flógvanum umleið klokkan 22 í kvøld, okkara tíð, skrivar dr.dk.
Les eisini: Sleppa ikki heimaftur – strandað á ISS rúmdarstøðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald