Uttanlands

Strasbourg: Dripið 29 ára gamla mannin

Maðurin sum er undir illgruna at standa fyri álopinum í Strasbourg týskvøldið doyði í kvøld eftir skotbardaga við løgregluna

2018-12-13 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Maðurin, sum er undir illgruna at standa fyri skotálopinum móti einum jólamarknaði í franska býunum Strasbourg týskvøldið, er deyður eftir ein skotbardaga við løgregluna í kvøld.

Tað upplýsir franska løgreglan á Twitter í kvøld sambært heimasíðuni hjá Danmarks Radio.

Sambært blaðnum Le Figaro varð eftirlýsti maðurin um 20 tíðina funnin á einari goymslu í Rue du Lazaret í Neudorf-grannalagnum, har hann hevur goymt seg síðani álopið. Samanbrestur var, og eftirlýsti maðurin varð dripin.

Franski innanríkisráðharrin váttar eisini, at maðurin er deyður.

Sostatt er 48 tíma langa jakstranin av.

Tað var um 20 tíðina týskvøldið at ein gerningsmaður við pistóli og knívi byrjaði at skjóta fólk á væl umtókta jólamarknaðinum í Strasbourg.

Maðurin kom tá í skotbardaga við Sentinelle, sum er franski herurin, men slapp til rýmingar. Sìðani hava 700 soldatar leitað eftir 29 ára gamla manninum.

Trý fólk lótu lív í álopinum týskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder