Innanlands

Streymslit í Suðuroynni í morgun

Um sjey tíðina í morgun var streymslit í Suðuroynni. Ein feilur við einum motori í Vági var orsøkin

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-29 09:25 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Boð vóru í morgun um Streymslit í Sandvík, men eftir at hava tosað við SEV, skilst at streymslit var í stórum partum av oynni. 

Orsøkin var sum skilst, at trupulleikar vóru við einum motori á streymverkinum í Vági. SEV sigur, at tað tók áleið tíggju minuttir, áðrenn streymurin var komin aftur. 

Sambært SEV riggar streymurin sostatt aftur nú. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder