2018-08-14 07:04
Áleið 100 løgreglufólk og hermenn hava latið lív í bardøgum við Taliban um ræði á býnum Ghazni í Afganistan. Áleið 20 sivil fólk eru eisini deyð.
Afganski verjumálaráðharrin segði á tíðindafundi, at bardagarnir hava staði á í fýra dagar. Innanríkisráðharrin fortelur, at áleið 70 av teimum dripnu eru løgreglufólk.
Verjumálaráðharrin hevur sagt, at tey nú hava valt at senda áleið 1000 hermenn afturat til býin fyri at forða fyri, at Taliban fær ræði á býnum. Hann sigur eisini, at 194 talibanar hava latið lív, skrivar Reuters.
Serfrøðingar meta ikki, at Taliban eru førir fyri at bæði vinna eitt øki og býir, og síðani at hava ræði á tí í longri tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald