2018-08-21 15:55
Eitt svenskt stríðsflogfar datt í morgun niður tætt við flogvøllin í Blekinge í Svøríki.
Flogfarið fleyg inn í ein fuglaflokk, og flogskiparin varð noyddur at skjóta seg úr flogfarinum.
Fólk vóru biðin um ikki at fara ov tætt flogfarinum, tí at roykurin, sum kom úr tí, er eitrandi.
Tíðindaábyrgdarfólki hjá svensku verjuni segði við SVT, at flogfarið datt niður í ein skóg, og at økið varð sperrað av. Fyri at fáa stýr á eitrandi roykin, varð vatn slept niður yvir vrakið.
Flogskiparin varð koyrdur á sjúkrahús og hevur tað gott. Eingin fekk skaða í óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald