Fleiri mótmæli hava longu verið í Russlandi hendan veturin í sambandi við handtøkuna og dóminum hjá russiska andstøðupolitikaranum, Aleksej Navalnyj.
Men hesi mótmælini vóru ólóglig, siga russisku myndugleikarnir, og tí varð løgreglan boðsend at steðga mótmælisfólkunum.
Stuðulsfólkini hjá Navalnyj hava tó ikki givið upp, og í dag boða tey frá, at tey í vár ætla at skipa fyri størstu anti-Kreml mótmælinum í samtíðarsøguni hjá Russlandi. Hetta fyri enn einaferð at krevja, at Navalnyj, sum varð dømdur at sita hálvttriðja ár í fongsulslegu, verður leyslatin.
Navalnyj varð fluttur til Týsklands í august í fjør til viðgerðar, eftir at hann varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok.
Í januar í ár, tá hann var komin fyri seg, fór hann heimaftur til Russlands, har hann varð handtikin næstan beinanvegin.
Orsøkin til handtøkuna var, sambært russisku myndugleikunum, at Navalnyj hevði brotið reglurnar um royndarleyslating í sambandi við ein dóm, sum hann fekk í 2014.
Sambært tíðindastovuni Reuters hava stuðulsfólk hjá Navalnyj stovnað eitt nýtt politiskt átak við egnari heimasíðu; "Leyslatið Navalnyj".
Tá 500.000 hava teknað seg til mótmælið, verður lýst við dagfesting. Um 500.000 fólk møta upp, verður talan um størsta mótmælistiltakið í søguni hjá Russlandi.
Ætlanin er at skipa fyri friðarligum mótmælistiltøkum í øllum býum í Russlandi.
Les eisini: Russiskur dómstólur: Eitranin av Navalnyj skal ikki kannast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald