Tað skal ikki verða loyvt sameindum hjá russiska andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj at stilla upp til russiska tjóðartingið. Tað staðfestir ein lóg, sum russiska tingið er farið undir at samtykja.
Lógin, ið forðar limum úr "ekstremiskiskum" felagsskapum at verða valdir til tjóðartingið, er rættað móti viðhaldsfólkum hjá Navalnyj.
Lógin varð samtykt við fyrstu viðgerð í russiska undirhúsinum týsdagin við 293 atkvøðum fyri og 45 ímóti.
Lógin skal ígjøgnum tvær viðgerðir afturat, áðrenn russiska yvirhúsið skal góðkenna lógina. At enda skal russiski forsetin, Vladimir Putin, undirskriva lógina.
Verður lógin samtykt fer hon ikki bert at fáa avleiðingar fyri fólk í politiska netverkinum hjá Navalnyj, hon fer eisini at fáa avleiðingar fyri russarar, sum hava stuðlað netverkinum við peningagávu, skrivar Ritzau.
Aleksej Navalnyj varð á sumri í fjør sendur til Týsklands, har hann á sjúkrahúsi í Berlin fekk viðgerð fyri eitran. Í januar kom hann aftur til Russlands, har hann varð handtikin stutt eftir komu.
Orsøkin til handtøkuna var, at hann hevði brotið treytirnar fyri ein treytaðan dóm, hann fekk í 2014. Í februar varð hann so dømdur hálvttriðja ára fongsulsrevsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald