2019-08-03 09:54
Í gjár varð boðað frá einum stuldri í venjingarmiðstøð í Havn. Ein persónur varnaðist, tá viðkomandi skuldi avstað, at nøkur ting hjá honum manglaðu; m.a. einir skógvar. Talan var tó ikki um peningastuldur ella grovan stuldur.
Løgreglan hevur verið á staðnum og gjørt nakrar kanningar.
Annars upplýsir løgreglan, at kvøldið og náttin ikki hevur elvt til nógvar uppgávur.
Árliga Regatta-siglingin frá Eiði til Hósvíkar hevur verið og hevur samlað nógv fólk, men hon hevur sambært vakthavandi verið stýrd væl, og løgreglan hevur einki havt at gjørt í tí sambandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald