Borgarar í Norðurkorea stúra fyri heilsuni hjá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, sum tykist at hava tapt seg nógv
Tað sigur ein borgari við norðurkoreanska statsmiðilin sambært Ritzau.
Tað var fyrst í hesum mánaðinum, at útlendskir eygleiðarar byrjaðu at leggja til merkis, at 37 ára gamli leiðarin tyktist at hava tapt seg, tá hann fyri fyrstu ferð í ein mánað var at síggja í norðurkoreanskum sjónvarpi.
Tað er óvissan um, hvør skal yvirtaka leiðsluna í Norðurkorea eftir Kim Jong-un, sum er orsøkin til, at altjóða miðlar halda eyga við heilsuni hjá honum.
Í fjør vóru gitingar um vánaligu heilsustøðuna hjá norðurkoreanska leiðaranum, eftir at hann ikki møtti upp til eitt tiltak 15. apríl, har stovnarin av Norðurkorea, Kim Il-sung, varð hátíðarhildin. Hann var ikki aftur at síggja í almenna rúminum fyrr enn í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald